Songboki
Heim eiliv.no
YouTube Spotify Mp3

Ró (Vestmenn) av Martin Joensen

YouTube | Spotify

1. Sólskinstøgn yvir okkum nú,
luftin fevnandi mjúk,
einsamøll, livandi, eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.

Jørðin okkara, himinin við
døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
alla tíð verð hjá mær.

2. Sirmið sorgblíða silkibleytt
svalir rodnandi húð,
signað vit og av gleði mett,
aldri var heimur so sannur sum nú.

Jørðin okkara, o.s.fr.

3. Dagmett sól søkir niðublund,
klokkan bíðandi slær,
skýmingstrøll seta friðarfund,
hoyrdi tú hamranna suðandi svar?

Jørðin okkara, o.s.fr.

4. Máni, vøkuljós ver í nátt,
mjørki dýna ver tú,
stíga vit so um dreymagátt,
gandaði heimur, verð altíð sum nú.

Jørðin okkara, o.s.fr.

5. Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
teskar í tøgnini: “Alt vil tær gott, alt vil tær gott.”

Jørðin okkara, o.s.fr.


Lykelord: Ró tekst, Ró lyrics, lyrics of Ró